Góðan morgun Føroyar

Søgan um løgmann og eitt leysingabarn
24-09-2018
Løgmaður og Dorthea Wenningsted - Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700-talinum, er heitið á framløgu á Vísindavøku á ferð

Dorthea Wenningsted kom úr Wenningsted, sum er ein lítíl bygd á markinum millum Danmark og Týskland.

Dorthea Hansdatter, sum hon upprunaliga æt, var fødd í 1758.

Hon kom til Føroya, saman við beiggja sínum, í áleið 1780. 

Hon bleiv tænastugenta á løgmansgarðinum á Steigagarði í Sandavági.

Hon átti barn í 1788 uttanfyri hjúnalag.

Dorthea Wenningsted vildi vera við, at løgmaður, Johan Michael Lund, var pápi at barninum.

Løgmaður átók sær ikki leiklutin, og hetta var byrjanin til eina drúgva tilgongd, har løgmaður brúkti sín myndugleika til at steðga málinum.

Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, hevur framløgu um evnið á Sørvágs Bókasavni í kvøld, mánakvøldið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026