- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Lukas súkklar og savnar dreymar
03-10-2018
Dreymarnir eru grundleggjandi teir somu í øllum londum, eg havi vitjað, sigur ungi týskarin
23 ára gamli Lukas Sentner, sum býr í Berlin, súkklaði herfyri úr Berlin, har hann býr, og allan vegin til Norðurnorra.
Á ferðini, sum tók 34 dagar, hitti hann fólk og fekk tey at greiða frá sínum dreymum.
Ferðin er partur av átakinum Dreams are borderless hjá Barnagrunni Sameindu Tjóða.
Biðin um at taka saman um drúgva súkklutúrin, sigur Lukas Sentner, at orðið hugni lýsir hann best.
Hann hevur upplivað hjartagóð fólk allastaðni.
Tá hann kemur aftur til Týsklands er ætlanin at geva ferðafrásøgn út í bók.
Tú kanst síggja myndir og lesa meira um ferðina bæði á facebook og instagram.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Søgutáttur, veðrið, pengar á tímatalvuna, FarGen2, FM fyri lærlingar
13-02-2025
Veðrið, kryolitt, tilmelding til miðnám, føroysk filmsvinna og børn og kroppar
12-02-2025
Veðrið, kvinnur í ítrótti, Spæl føroyskt, kynssjúkur og nýggjur sangur hjá Hans Jacob Hjelm
11-02-2025