Góðan morgun Føroyar

Jenis vildi eisini hava Bill í landsstýrið
24-09-2019
Upprunaliga var æltanin, at Bill Justinussen skuldi umsita mentamál, men tá Miðflokkurin ikki fekk tvey landsstýrisfólk, fekk floksformaðurin sessin

Morgunsendingin vitjar í vikuni nýggju landsstýrisfólkini. Í morgun vóru vit á gátt hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Jenis av Rana hevur drúgvar royndir í politikki, men hetta er fyrstu ferð, at hann situr sum landsstýrismaður.

Fríggjadagin 13. september var ein rokmikil dagur í Løgtinginum. Klokkan 11 boðaði Bárður á Steig Nielsen frá, at hann fór heldur at royna at skipa samgongu saman við Javnarðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, men tveir tímar seinni var borgarliga samgongan komin upp á pláss kortini.

Tað skiltist, at høvuðsorsøkin var, at Miðflokkurin vildi hava tveir landsstýrissessir. Sambært Jenisi av Rana, var dramatikkurin ikki so stórur, sum líkt var til.

Hoyr landsstýrismannin greiða frá.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026