- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

James Bond fer at flúgva gjøgnum tunlarnar
25-09-2019
Fólk í Kalsoynni eru spent og fylgja væl við, nú alt bendir á, at upptøkur til næsta James Bond-filmin verða gjørdar í oynni.
Hóast fólk í føroyska filmsumhvørvinum eru tøtt sum tunnan, so tykist tað púra vist, at upptøkur verða gjørdar í Kalsoynni til næsta James Bond-filmin, No Time To Die.
Sólarn Isaksen, sum býr á Húsum, sigur við morgunsendingina, at nógv virksemi er í oynni. Bilar, tól og ikki minst reyða tyrlan, sum fleiri sóu koma á Havnina við Norrønu fyri nøkrum døgum síðani.
Sólarn Isaksen hevur frætt, at tyrlan fer at flúgva í gjøgnum tunlarnar í oynni.
Um tað verður tann veruliga tyrlan, ella um hesin parturin verður gjørdur við teldutøkni, sigur søgan einki um.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroya søga, veðrið, ævisøguskriving, prestur skrivar barnabók og føroysk luttøka í MGP
06-02-2025
Veðrið, liðleiðari til útlendskt felag, lesaravirðislønin 2025 og paragraff 216 í revislógini
05-02-2025
Søgutáttur, veðrið, skrivikapping og mentanarvika í Runavík, rørsla á arbeiðsplássinum, Tweed & Hyenas, føroysku filmur
30-01-2025
Veðrið, børn spæla minni í dag, krabbameinsskráin, bók um Hvannasunds kirkju
23-01-2025