Góðan morgun Føroyar

Skal geva høga sosiala støðu at hugsa um umhvørvið
04-10-2019
Morgunsendingin skiftir orð við Tóru Petersen, Ph.d. í sálarfrøði, um tær mekanismur, sum gera seg galdandi, tá fólk tveita rusk

Hóast nógv verður tosað um at verja umhvørvið, er tað ein sannroynd, at nógv rusk framvegis er at finna.

Fínteljing frá Rudda Føroyar tiltakinum, 21. september, vísir, at sjálvboðin hava ruddað 28.226,4 kilo av ruski úr føroysku náttúruni.

Ein stórur partur stavar frá ídnaðarøkjum, og hetta ruskið hevur ofta ligið í fleiri áratíggju.

Men eisini var nógv rusk, sum nýliga er tveitt í náttúruna, tikið upp.

Tá vit síggja, at onnur ikki reagera upp á tað, at rusk verður tveitt, laga vit okkum til bólkin og gera tí heldur einki sjálvi, sigur Tóra Petersen, Ph.d. í sálarfrøði.

Menniskju hava ógvuliga ilt við at bróta úr bólkum.

Fyri at minka um rusk, skal tað á onkran hátt knýtast ein tign at tí at verja umhvørvið. Hinvegin skal tað verða ókul at tveita rusk, sigur sálarfrøðingurin.

Filmurin, sum verður umrøddur í samrøðuni, kann síggjast á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kvinnujólaborðhald og spurnarkapping
23-01-2026
Kanning av immunverju hjá føroyskum børnum, veðrið, sjónvarpsstjørna heldur seg frá alkoholi og Sissal í MGP
22-01-2026
Veðrið og Artemis 2
21-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, reportasja úr Oslo, Tina Mellem við nýggjum sangi
19-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, veitsla í Oslo, kapping
16-01-2026
Veðrið og EM-hondbóltur. Gestir: Turid Lakså, Rúni Djurhuus. Henny á Líknargøtu og Suni Merkistein
15-01-2026
Veðrið, sangkapping í Norra og granskingarverkætlan um fuglar
14-01-2026
Veðrið, Norrøna til Oslo og ráðhúsini í Runavíkar kommunu
13-01-2026
Verkætlanin fevnur um aulu, skúlastovur, musikskúla og hondbóltshøll
12-01-2026
Veðrið, hondbóltur og arkitekturur
12-01-2026
Veðrið, nýggjárskonsert og kapping
09-01-2026
Veðrið, Heilbrigdi, Messan
08-01-2026