- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit

Bárður og David eru í góðum lag og brúka Rannvør sum skjótiskivu í dagsins sending. Men summi siga, at mann argar tey, mann elskar - ikki so?
"Eg brúki tvey sløg av fyribyrging, fyri at minka um pínu: Mini-pillarar og spiral."
Ein onnur, sum eisini hevur verið eitt slag av skjótiskivu, er listakvinnan Mia H. Smith. Hon hevur kronisku sjúkuna, Endometriosa, og greiðir í dag frá, hvussu tað er at liva við henni, avleiðingarnar, og hvussu hon nýtir hana í listini hjá sær.
Vertir eru Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir

Hiit
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.