- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit

Mánadagurin hjá okkum byrjar við einum braki, tí vit hava okkara Hiit DJ battle á skránni!
Svend heldur, at hann hevur tann upplagda playlistan, og hevur tí samla sær mót upp á, at bjóða tónleikaranum Heina R. á Heygum av.
Er tað okkara fitti Svend, sum klárar seg best við t.d. "Blurred Lines" og "6 foot 7 foot"? Ella er tað Heini, sum heldur, at "Call Out My Name" og "Let's Get It On", eru júst tað, tá ið mann skal vinna eina damu á dansigólvinum?
Vertir eru Bárður Petersen og Svend Danielsen.

Hiit
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.