- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit

Ólavsøkan í Føroyum byrjar við einum braki, tí tey seinastu árini hevur Faroe Pride verið í miðbýnum í Havn. Bárður er farin á Pride at siga frá, hvussu hýrurin er.
Nakað annað, sum hevur verið ein siðvenja í nógv ár, er ólavsøkuróðurin. Marianna og Rannvør vóru so mikið hepnar, at tær fingu ein túr við Víkingi. Tær hildu, at tær bert skuldu við ein lítlan túr, men tær kundu til endans kallað seg stýriskvinnur.
Vertur var Anna Joensen-Næs.
Reportari var Bárður Petersen.

Hiit
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.