- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit

Í sendingini tosa vit um Tórsfest, við TeleMama, sum hava útgivið eitt nýtt staklag og skulu spæla á árins Tórsfest, og við formannin í Liv Lívið.
Summi kenna seg aftur í, at skula til so nógv, sum yvirhøvur gjørligt um summarið, nú festivalar og onnur tiltøk eru. Tvær, ið kenna seg aftur í tí eru Sandra Maria Kimsdóttir og Lóa Hansen. Tær práta um summarið í Føroyum og Tórsfest.
Eitt nýtt lag er komið frá TeleMama. Lagið eitur "Hindsight", og verður at hoyra á Tórfest, har teir fara at spæla komandi leygarkvøld.
"Liv lívið rúsfrítt - Liv lívið og fá alt við", sigur Liv Lívið felagsskapurin.
Hans Terje Vestergaard, formaður, vitjar útvarpsstovuna í dag og greiðir frá Liv Lívið, sum er ein fastur partur av summartiltøkunum í Føroyum.
Vertir eru Eyðfinn Bogason Lamhauge, David Thomassen og Marianna Winter Nagata.

Hiit
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.