- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit

Koyrir tú Maggi í franskan? Um ikki, so prøva tað, tí tað hava vit!
Í Klaksvík eru vit enn í festivalhýri, tí í dag er seinasti dagur á Summar Festivalinum.
Marius Ziska, Suzi Quatro, Jonah Blacksmith, RSP og onnur spæla í dag, og vit hjálpa tykkum, at koma upp í gear áðrenn brakið stendur á.
Sendingin er full av "good vibes", felagssangi, tónleiki, góðum stemningi og Maggi.
Vertir eru Annika Repond, Bárður Petersen, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Svend Danielsen.

Hiit
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.