- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - Jeannie Seely RIP, gamalt & nýtt
06-09-2025
Sending við country- og fólkatónleiki. Ingi Samuelsen leggur til rættis
Í fyrstu Jambalaja sendingini hetta vetrarhálvárið minnast vit Jeannie Seely, sum fór foldum frá fyri einum mánaði síðan. Annars gera vit vart við nakrar serligar søguligar hendingar, sum eru farnar framvið í juni og spæla eitt sindur av nýggjum tónleiki.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.
Sending um fólka- og countrytónleik. Ingi Samuelsen leggur til rættis
03-05-2025