- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - 011125
01-11-2025
Sending við countrytónleiki
Í dag spæla vit nýtt frá gamla bólkinum Nitty Gritty Dirt Band og frá Vince Gill. Eisini hoyra vit um Kashus Culpepper, Bon Jovi og burtur úr slóðbrótandi útgávuni hjá Guy Clark frá 1975.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.
Hesaferð spæla vit burtur úr nýggju útgávuni við upptøkum eftir Waylon Jennings, sum júst er komin út
11-10-2025
Sending við country- og fólkatónleiki. Ingi Samuelsen leggur til rættis
13-09-2025