- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - 100126
10-01-2026
Sending við countrytónleiki
Í Jambalaja í dag minnast vit eina stóra sangrødd innan countrytónleikin. Í hesum døgum eru liðin hundrað ár síðan Ray Price varð borin í heim.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.