- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - 040426
04-04-2026
Sending við countrytónleiki
Páskaaftan er, og hetta høvið brúka vit til at spæla nakrar góðar sangir við andaligum og páskaligum innihaldi. Nakrir føroyskir sangir vera at hoyra, og so hoyra vit eisini røddirnar á góðu gomlu Johnny Cash og Jim Reeves.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.
Sending við fólka- og countrytónleiki. Ingi Samuelsen leggur til rættis
11-04-2026