Kallið

Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
09-03-2025
"Guð hevur skapað meg, men kann Hann ikki brúka meg?"

Maria Summers Nolsøe er uppvaksin í fríkirkju í Havn. Hon hevur lisið guðfrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Tá skrivaði hon bachelor um " støðuna hjá kvinnum í grikst/rómverska ríkinum í fyrstu og aðru øld".

Hon arbeiddi víðari við hesum í sínum speciali um "lógarbroytingina í 1947, tá kvinnur kundu søkja prestaembætið". Tá var kirkjan í Føroyum donsk, so tað sum kom í gildi í Danmark kom eisini at galda her.

Fyrsti kvinnuligu presturin, Elsa Funding, varð prestvígd í 1977. Men enn hoyrast røddir, sum ikki halda, at kvinnan skal vera prestur.

Kallið

Kallið varpar ljós á prestar í fólkakirkjuni. Hvørji eru hesar kvinnur og menn? Og hvat var tað, sum gav teimum íblástur at lesa gudfrøði? Hvussu var lesturin, og vóru ávísar ella serstakar avbjóðingar? Hvat skrivaðu tey um í serritgerðini? Aftan á loknan lestur, hvussu var at fara í starv? Og hvussu við kallinum? 
"Eg var leitandi og trilvandi, til eg fann tað, eg skuldi"
12-04-2025
"Hóast vit ikki eru samd, so mugu vit kunnu tosa um alt".
06-04-2025
"Eg havi ikki angrað ein tann einasta dag, at eg valdi at fylgja kallinum".
30-03-2025
"Lívið hevur verið ríkt og avbjóðandi".
23-03-2025
Ovi Brim er prestur í Nes sóknargjaldi og í 2024 varð hann próstur.
16-03-2025
"Guð hevur skapað meg, men kann Hann ikki brúka meg?"
09-03-2025
"Vit skulu gera okkara ítarsta, har vit eru sett."
02-03-2025
Ymsar hendingar á barnaárum drógu Bergtór til guðfrøðislesnaðin.
23-02-2025
"Eg havi altíð verið so hugtikin av søgunum," sigur Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, um sítt kall
16-02-2025
"Søren Kierkegaard varð mín samrøðupartnari", sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen.
09-02-2025