- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kallið

Derhard Jógvansson er vaksin upp í kirkjuligum umhvørvi. Og hevur verið aktivur í heimamissiónini.
Við eitt, so kendist trúgv og tað átrúnaðarliga meiri djúpt.
Hann fór fyrst á handilsskúla, men hálsaði um og fór at lesa guðfrøði á Keypmannahavnar universiteti.
Derhard leggur stóran dent á tað kontemplativa og at ganga í einsemi í náttúruni. Hann sigur, at tú hoyrir Guð í tøgnini.
Lívið er sum teir, sum gingu frá Jerusalem til Emmaus og varnaðust, at Jesus gekk teimum undir lið.
Í dag er Derhard prestur í Vesturkirkjuni.

Kallið
Kallið varpar ljós á prestar í fólkakirkjuni. Hvørji eru hesar kvinnur og menn? Og hvat var tað, sum gav teimum íblástur at lesa gudfrøði? Hvussu var lesturin, og vóru ávísar ella serstakar avbjóðingar? Hvat skrivaðu tey um í serritgerðini? Aftan á loknan lestur, hvussu var at fara í starv? Og hvussu við kallinum?