- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kreppuárini miklu

Í hesari fyrstu sendingini um "Kreppuárini miklu" venda vit oyruni úteftir. Vit spyrja, hvussu skrædlið á virðisbrævamarknaðinum í Wall Street á heysti 1929 gjørdi sítt til, at nazistarnir við Adolfi Hitler á odda komu til valdið í Týsklandi? Og hvussu bar Hitler seg at við at fáa diktatoriskt vald eftir so stuttari tíð?
Eisini umrøða vit, hví tey sameindu londini, sum vunnu fyrra heimskríggj, loyvdu Hitler at taka so víðgongd stig, áðrenn Ongland og Frakland fráboðaðu, at tey í september 1939 vóru farin í kríggj móti Týsklandi?
Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Hans Andriasi Sølvará, professara í søgu, og Johnny í Grótinum, ið er búskaparfrøðingur og formaður í búskaparráðnum.
Eisini verður nomið við støðuna í Spania, Italia og Portugal, ið eru høvuðsmarknaðirnir hjá Føroyum, tá talan er um útflutningin av saltfiski og klippfiski.

Kreppuárini miklu
Kreppuárini miklu er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1930-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi. Politiska støðan, tónleikur, list og bókmentir í tíðarskeiðnum eru millum evnini, ið verða lýst.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
