Kreppuárini miklu

Kreppuárini miklu: Tá Charles Lindbergh lendi á Trongisvágsfirði (2/7)
02-12-2025
Vit lýsa eitt nú vitjanina hjá Charles Lindbergh, havhestasjúkuna, ið tók seg upp í 1930, tyfusgrindina í Klaksvík og tuberklarnar, ið eisini gjørdu nógv um seg í tríatiárunum

Í august 1933 vitjaði heimskendi flogskiparin Charles Lindbergh, sum í 1927 gjørdist tann fyrsti, ið fleyg tvørtur um Atlantshavið, í Føroyum. Endamálið við hesari ferðini var at kanna møguleikarnar fyri einari flogrutu millum New York og Keypmannahavn. 

Í 1930-árunum tók ein ring og ókend umfarssjúka seg upp í Føroyum. Av teimum, sum fingu hana, doyðu 18,2 prosent.

Samstundis sum náta- ella havhestasjúkan gjørdi um seg í sunnari parti av Føroyum, herjaðu tuberklarnir framvegis um landið. Í 1930-árunum vóru tilsamans fráboðaðir 869 nýggir tilburðir av tuberklasjúkuni, meðan 269 fólk í Føroyum doyðu av sjúkuni í sama tíggjuáraskeiðið.

Seinast í 1930-árunum varð sonevnda "tyfusgrindin" hildin til í Klaksvík og sjúkan frá "tyfusgrindini" spjaddi seg til fleiri bygdir í Norðoya læknadømi, eins og til Gjáar, Viðareiði og Hattarvík, eins og bygdirnar í Vestmanna læknadømi, Haldórsvík, Langasand og Oyri, umframt Tórshavnar læknadømi, Skála, Rituvík og Selatræ, og Skálavík á Sandoynni. 

Hesi eru millum evnini, ið verða umrødd í aðru sending av Kreppuárunum miklu, sum snýr seg um 1930-árini.

Í sendingini tosa vit við Einar Larsen, Andras Sólstein og Maluna Marnersdóttir.

 

Kreppuárini miklu

Kreppuárini miklu er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1930-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi. Politiska støðan, tónleikur, list og bókmentir í tíðarskeiðnum eru millum evnini, ið verða lýst.

Gunnar Nolsøe leggur til rættis.

Fyrsta sildaverksmiðjan í Føroyum varð bygd í Kollafirði, farið varð undir revahald í Føroyum, Føroya Bjór fór undir at gera sodavatn og klaksvíkingar fingu streym
08-12-2025
Vit lýsa eitt nú vitjanina hjá Charles Lindbergh, havhestasjúkuna, ið tók seg upp í 1930, tyfusgrindina í Klaksvík og tuberklarnar, ið eisini gjørdu nógv um seg í tríatiárunum
02-12-2025
Hví gjørdi kreppan á Wall Street í 1929 sítt til, at Hitler kom til valdið? Og hvussu bar Hitler seg at við at fáa diktatoriskt vald eftir so stuttari tíð?
25-11-2025