Kreppuárini miklu

Sjóvinnubankin, Føroya Fiskaexport og Føroya Ferðamannafelag verða stovnað
24-02-2026
Saltsilan á Drelnesi verður bygd og bumbað, Thorshavns Mælkeforsyning byggir út og Føroya Ferðamannafelag verður stovnað eru millum evnini hesuferð

Í januar 1929 tekur Føroya Skipara- og Navigatørfelag stig til at stovna Sjóvinnulánsgrunnin, sum skuldi luttaka í fíggingini av vinnuni. Og felagið sendur samstundis eitt opið bræv til Føroya fólk, um at seta pening í grunnin.

Tað er merkisvert, at tað var felagið hjá yvirmonnunum, og ikki reiðararnir, ið tóku hetta stigið, og hetta endurspeglar helst væl ta serligu ognarmentanina, sum eyðkendi fiskivinnuna.

Skipara- og Navigatørfelagið setti 5.000 krónur í grunnin og Fiskimannafelagið somu upphædd. Føroya Skipara- og Navigatørfelag skipaði eisini fyri húsainnsavning, samstundis sum skrivari felagsins, Rikard Long, í bløðunum royndi at skapa áhuga fyri grunninum. Málið var at fáa til vega 300.000 krónur, men skrædlið í Wall Street í oktober 1929 ávirkaði eisini støðuna í Føroyum, og innsavningin steðgaði upp.

21. februar 1931 bjóðaði Christian Holm Jacobsen, keypmaður, Skipara- og Navigatørfelagnum á fund, har ið bert eitt mál var á dagsskránni: Stovning av einum banka við hjálp frá stovnsfænum hjá Sjóvinnulánsgrunninum. Á fundinum luttók eisini Thorstein Petersen, sakførari.

Tann 30. mai 1931 var aðalfundur í Sjóvinnulánsgrunninum, sum nú hevði teknað 220.000 krónur, harav tó bert 50.000 krónur vóru inngoldnar.
Ætlanin var, at nýggi bankin skuldi lata upp longu í oktober 1931. Men tað eyðnaðist ikki.

20. september 1932 boðaði nevndin í Sjóvinnulánsgrunninum til stovnandi aðalfund í bankanum. Aðalfundurin, sum varð hildin í Fráhaldshúsinum 6. oktober 1932, samtykti at stovna P/F Sjóvinnubankan við einum partapeningi upp á 300.000 krónur, har av helvtin skuldi inngjaldast. Føroya Løgting var størsti partaeigari við 60.000 krónum, og næststørsti partaeigari var Skipara- og Navigatørfelagið við 20.000 krónum.

Og 15. desember 1932 lat Sjóvinnubankin upp í Gongini í Havn.

Fyrsta deildin hjá Sjóvinnubankanum læt upp í Sørvági í oktober 1942, og tað var bretska hervaldið, sum hevði umleið 4.000 hermenn í Vágum, sum heitti á bankan um at stovna deildina. Áheitanin fór fyrst til Føroya Banka, men hann hevði ikki gjørt sær greitt, at nú vóru tveir bankar í Føroyum. Føroya Banki bíðaði ov leingi, og tí fekk Sjóvinnubankin møguleikan.

Næsta deildin hjá Sjóvinnubankanum læt ikki upp fyrr enn í 1955 í Klaksvík. Farið varð undir at byggja deildina longu í 1949, men trupla tíðin hjá bankanum fyrst í 1950-árunum gjørdi, at hon læt ikki upp fyrr enn í 1955. Síðani gekk skjótt at stovna fleiri deildir kring landið.

Í 1990-árunum sansaði aftur at í Sjóvinnubankanum. Og 6. oktober 1992 varð Sjóvinnubankin endurfíggjaður eftir at vera farin av knóranum. Og eftir partabrævabýtið í 1993 vórðu Sjóvinnubankin og Føroya Banki lagdir saman í 1994.

Í hesari sendingini verður eisini nomið við sermerktu saltsiluna á Drelnesi, Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik, samferðsluútbyggingar í 1930-árunum, Føroya Ferðamannafelag verður stovnað, og hvørji tiltøk løgtingið setur í verk fyri at tryggja at Føroyar fáa vørur eftir at Seinri heimsbardaga brast á í 1939.

Í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, Ólav Rasmussen, Einar Larsen, Johnny í Grótinum og Maluna Marnersdóttir.

 

Kreppuárini miklu

Kreppuárini miklu er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1930-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi. Politiska støðan, tónleikur, list og bókmentir í tíðarskeiðnum eru millum evnini, ið verða lýst.

Gunnar Nolsøe leggur til rættis.

Talið av arbeiðarafeløgum veksur, samstundis sum orrusturnar millum arbeiðsgevarar og fagfeløg gerast fleiri, eitt nú við kravið um lønarniðurskurð og løngjaldsstovur
03-03-2026
Saltsilan á Drelnesi verður bygd og bumbað, Thorshavns Mælkeforsyning byggir út og Føroya Ferðamannafelag verður stovnað eru millum evnini hesuferð
24-02-2026
Hóast tríatiárini eru kreppuár, komu seks føroyskar skaldsøgur út í Føroyum í hesum tíggjuáraskeiði
17-02-2026
H. C. W. Tórgarð letur úr hondum bóklingin "Føroysk hús" og fyrsta HM-kappingin í fótbólti fer av barkastokki
10-02-2026
Hesuferð verður eitt nú nomið við hvørja støðu føroyska málið hevði í 1930-árunum, flaggstríðið, jarðarlóggávuna, og at Vinnuflokkurin og seinri Fólkaflokkurin verða stovnaðir
03-02-2026
Fyrsta sildaverksmiðjan í Føroyum varð bygd í Kollafirði, farið varð undir revahald í Føroyum, Føroya Bjór fór undir at gera sodavatn og klaksvíkingar fingu streym
08-12-2025
Vit lýsa eitt nú vitjanina hjá Charles Lindbergh, havhestasjúkuna, ið tók seg upp í 1930, tyfusgrindina í Klaksvík og tuberklarnar, ið eisini gjørdu nógv um seg í tríatiárunum
02-12-2025
Hví gjørdi kreppan á Wall Street í 1929 sítt til, at Hitler kom til valdið? Og hvussu bar Hitler seg at við at fáa diktatoriskt vald eftir so stuttari tíð?
25-11-2025