Kultura

KULTURA - Norðurbryggjan og leikurin Prima Facie
05-09-2025
Norðurbryggjan og leikurin Prima Facie

Í "Kultura" hesa ferð práta vit við Karin Elsbudóttir, stjóra í Norðurbryggjuni og Sissal Kampmann, bókmentafrøðing og lim í umboðsráðnum hjá Norðurbryggjuni, um heystskránna hjá Norðurbryggjuni, um hvønn leiklut og týdning Norðurbryggjan hevur fyri føroyska list, og so umrøða vit eisini evnini kolonialismu og ríkisfelagsskap. Tí seinastu tíðina hevur Norðurbryggjan havt fleiri tiltøk á skránni, ið varpa ljós á hesi evni - serliga úr einum grønlendskum sjónarhorni.

Eisini fara vit ein túr oman í Perluna í Havn, har Det Ferösche Compagnie setir nýskrivaða og altjóða virðislønta leikin Prima Facie upp. Frumsýning er 13. september.

Leikurin er skrivaður av australska rithøvudinum og fyrrverandi sakføraranum Suzie Miller, og snýr seg um Tessu; ein dugnaligan sakførara úr arbeiðaraklassanum, sum missur trúnna á rættarskipanina, tá hon sjálv verður fyri kynsligum harðskapi. Talan er um einkvinnuleik við Kristina Sørensen Ougaard í høvuðsleiklutinum, og leikstjóri er bretski Matthew Richardson. Dánjal á Neystabø er tónasmiður og Sámal Blak er sniðgevi. Beinir Bergsson hevur týtt leikin til føroyskt. Det Ferösche Compagnie hevur í samband við at fyrireika leikin samskift og samstarvað við Javnstøðunevndina, Sig Frá verkæltanina hjá Almanna- og mentamálaráðnum, Kvinnuhúsið og Neyðtøkutilbúgvingina í Sjúkrahúsverkinum. Vit tosa tí eisini við Eyðvør Tausen Olsen, leiðara í Kvinnuhúsinum og Brand Mortensen Nolsøe, samskipara í Javnstøðunevndini um leikin og álvarsligu evnini, ið hann varpar ljós á.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Útbygging av Listasavni Føroya, filmssýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Hotellið KG, stuttfilmurin Áin og heildarútgáva hjá Mariannu Winter
28-01-2026
Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025
Kultura - nýggju bøkurnar Bók og Hey :)
19-11-2025
Kultura - Bók um Bergithe Johannessen og leikurin Øskufía
12-11-2025
Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar
05-11-2025