- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Í hesum parti av "Kultura" tosa vit við Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðurbryggjuna í Keypmannahavn um verkætlanina "Tranhuset".
Tranhuset liggur við síðina av Norðurbryggjuni, og varð søguliga brúkt sum lýsigoymsla í samhandlinum millum Danmark og útnorður. Nú arbeiðir Norðurbryggjan við at umvæla og umbyggja søguliga bygningin til ein frálærudepil um Føroyar, Grønland og Ísland - serliga ætlaður donskum skúlabørnum.
Í sendingini fara vit eisini til Japan - ella til heimsframsýningina EXPO 2025. Tí í síðstu viku var ferðalið úr Føroyum við vinnulívsfólkum, listafólkum, politikarum og embætisfólkum á heimsframsýningini í Japan.
Føroyar var partur av norðurlendska skálanum, og vertur fyri Faroe Islands Days, ið vóru 4. og 5. september. Vit tosa við Oyvind av Skarði, fulltrúa í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Sissal Kristiansen, stovnara og eigara av Shisa Brand um upplivingina.Vit spyrja hvat Føroyar og føroyskt lista- og vinnulív hevur fingið burturúr luttøkuni, og hvussu mann við list og mentan kann skapa (vinnulig)sambond við onnur lond.
Vit tosa eisini við Ásmund Guðjónsson skrivara í Norrønnufelagnum, sum leygardagin skipar fyri tiltakinum "Ísland, sum tað er"". Vit práta um tiltakið, og hví tað er týdningarmikið at føroyingar læra meira um Ísland og íslendingar.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.
