Kultura

Kultura - Tranhuset, EXPO 2025 og Ísland, sum tað er
10-09-2025
Kultura ? Tranhuset, EXPO 2025 og Ísland, sum tað er

Í hesum parti av "Kultura" tosa vit við Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðurbryggjuna í Keypmannahavn um verkætlanina "Tranhuset".

Tranhuset liggur við síðina av Norðurbryggjuni, og varð søguliga brúkt sum lýsigoymsla í samhandlinum millum Danmark og útnorður. Nú arbeiðir Norðurbryggjan við at umvæla og umbyggja søguliga bygningin til ein frálærudepil um Føroyar, Grønland og Ísland - serliga ætlaður donskum skúlabørnum.

 

Í sendingini fara vit eisini til Japan - ella til heimsframsýningina EXPO 2025. Tí í síðstu viku var ferðalið úr Føroyum við vinnulívsfólkum, listafólkum, politikarum og embætisfólkum á heimsframsýningini í Japan.

Føroyar var partur av norðurlendska skálanum, og vertur fyri Faroe Islands Days, ið vóru 4. og 5. september. Vit tosa við Oyvind av Skarði, fulltrúa í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Sissal Kristiansen, stovnara og eigara av Shisa Brand um upplivingina.Vit spyrja hvat Føroyar og føroyskt lista- og vinnulív hevur fingið burturúr luttøkuni, og hvussu mann við list og mentan kann skapa (vinnulig)sambond við onnur lond.

 

Vit tosa eisini við Ásmund Guðjónsson skrivara í Norrønnufelagnum, sum leygardagin skipar fyri tiltakinum "Ísland, sum tað er"". Vit práta um tiltakið, og hví tað er týdningarmikið at føroyingar læra meira um Ísland og íslendingar.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar
05-11-2025
Kultura - Hans Tórgarð og Teitur fingið virðislønir
29-10-2025
Kultura - Leikurin "Friður á pallinum"
09-10-2025
Kultura - um bókmentir: Kim Simonsen, Markus Hammer og Bergur D. Hansen
08-10-2025
Kultura - nýggi pallistafestivalurin VERK
01-10-2025
Kultura - Upphav, Heystkonsertin hjá FSO og verkið Útgreiningin
24-09-2025
Knútar, Løstir og minnisframsýning um Olivur við Neyst
17-09-2025
Kultura ? Tranhuset, EXPO 2025 og Ísland, sum tað er
10-09-2025
Norðurbryggjan og leikurin Prima Facie
05-09-2025
  •