Kultura

Kultura - Upphav, Heystkonsertin hjá FSO og verkið Útgreiningin
24-09-2025
Kultura - Upphav, Heystkonsertin hjá FSO og verkið Útgreiningin

Í hesi sending varpa vit ljós á ein nýskrivaðan føroyskan leik og eitt nýskrivað verk til symfoniorkestur.

4. oktober er frumframsførsla í Norðurlandahúsinum av einrøðuleikinum Upphav - í sambandi við norðurlendska pallistafestivalin VERK Nordic Stage Days
Leikurin tekur støði í sorgardegnum 1. apríl 1919, tá 11 menn úr Hesti sjólótust. Gunnvá Zachariasen, sum hevur ættarbond úr Hesti, hevur tikið stig til leikin, og hon skrivar, at leikurin er ein hugleiðing um smeitin hjá mínum formøðrum -mínum upphavi. Marita Dalsgaard er leikstjóri og hevur gjørt dramaturgiina, tónleikin hevur Anna Katrin Ø. Egilstrøð gjørt og ljóssniðið stendur Silje Grimstad fyri.

Vit fáa eisini Unn Patursson á gátt. Hon er fyrsta kvinna, ið hevur skrivað verk til symfoniorkestur. Verkið Útgreiningin verður frumframført leygardagin, tá Føroya Symfoniorkestur hevur sína Heystkonsert, og eisini verður konsert í Løkshøll sunnudagin. Unn Paturson hevur arbeitt við verkinum seinastu trý árini, og vit tosa við hana um verkið og tilgongdina.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025
Kultura - nýggju bøkurnar Bók og Hey :)
19-11-2025
Kultura - Bók um Bergithe Johannessen og leikurin Øskufía
12-11-2025
Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar
05-11-2025
Kultura - Hans Tórgarð og Teitur fingið virðislønir
29-10-2025
Kultura - Leikurin "Friður á pallinum"
09-10-2025