- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Kultura í dag er um bókmentir.
Yrkingarsavnið hjá Kim Simonsen, "Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið" frá 2013, er júst komið út á stóra, amerikanska forlagnum Deep Vellum í Texas. Tað er serstakt, tí bert ein heilt lítil prosentpartur av bókum, ið amerikonsk forløg geva út, eru útlendsk. Vit tosa við Kim Simonsen, rithøvund, og Markus Hammer, samskipara í Farlit, um týdningin av at føroyskar bókmentir verða týddar og útgivnar uttanlands.
Herfyri gav Sprotin út bókina "Spor", sum eru 22 bókmentartekstir við viðgerðum og ummælum av føroyskum bókmentum eftir Berg Djurhuus Hansen, dekan og lektara á Føroyamálsdeildini. Vit tosa við Berg um, hví tað kann elva til skom og skuldarkenslu at geva skaldskap út og at ummæla, hvat eitt gott ummæli er og hvørji stór rák hava verið í bókmentum seinastu áratíggjuni.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.