- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Hesaferð fer sendingin fer at snúgva seg um leikin "Friður á pallinum," sum er fyrsti stóri leikur, ið verður settur upp í Varpinum. Tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið stendur handan leikin, sum verður fyrmsýndur 24. oktober og er til heiðurs fyri Adelborg Linklett, sum var undangongukvinna í sjónleikaumhvørvinum, og sum fór fyri góðum ári síðani.
Leikurin snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik, og er ein klassisk fars við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum.
Hann varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn, og hevur hann verið spældur víða hvar, og vunnið nógvar heiðurslønir.
Níggju leikarar eru við í leikinum, sum Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt. Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Edward Fuglø hevur sniðgivið pallmyndina og Nikolaj Falck er pallsmiður, og harumfram er tað gjørt samstarv við Sjúrð Sólstein lærara og næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík um bygging av pallinum, sum er heili 9 metrar í diametur og kann snurra runt.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.