- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Í Kultura hesa vikuna eru tvær nýggjar bøkur á breddanum.
"BÓK" hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Hey :) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ ANNO DOMINI 2025" hjá Trygva Danielsen.
Hey :), sum Sprotin gevur út, er eitt stórverk á 900 síður, sum eru uppsettar í talgildum formati og siga søguna um ein ungan mann, ið býr í eini kjallaraíbúð á Argjum, og sum roynir at fáa samband við sín gamla vinmann umvegis messengerkjatt.
BÓK, sum forlagið Eksil gevur út, er yrkingasavn við 54 yrkingar. Har hitta vit einum "tey", ið roynir at lýsa eina heila lívsverð. Um savnið stendur, at yrkingarnar eru intimar speglingar, upplivaðar sannkenningar skrivaðar sum um frá einum kollektivum minni um okkurt, sum er farið fram - sum var verðin ikki til meir. Ella, sum var verðin nú til fyri fyrstu ferð.
Vit tosa við rithøvundarnar um verkini.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.
