- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Í sendingini hesa ferð eru tvær bøkur og eitt pallverk á skánni.
Mín jólabók kom út fyri fyrstu ferð í 1950, og fyllir tí 75 ár. Hvør er søgan handan bókini, hvussu hevur bókin og søgurnar ment gjøgnum tíðina, og er Mín jólabók framvegis áhugaverd fyri børn í dag? Vit tosa við Turið Kjølbro, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og Beintu Johannessen, blaðstjóra á STROK og Píka7, sum hava ritstjórnað og skipað Mín jólabók síðani 2005.
Dansivirkið Riva og Føroya slagverk Ensemble venja í løtuni pallverkið "Rýtmografi", sum verður framført leygardagin og sunnudagin í Norðurlandahúsinum. Vit vitja í Norðurlandahúsinum, og sveima inn í ein dansi- og rýtmuheim.
EIsini aftur vit aftur í jarnøldina, og á vandafulla ferð saman við 14 ára gomlu Sagu, sum er høvuðspersónur í nýggjari ungdómsskaldsøgu hjá Ingun Christensen, rithøvundi.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.
