Kultura

Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen

Nú nærkast jólum, vit eru í jólahýri, og tí fer sendingin at snúgva seg um eina jólaframsýning og um jólatónar!


Nógvar jólakonsertir eru á skránni í desembur, og ein av teimum verður leygardagin í auluni í Finsen kl. 19.30. Tað er konsertin "Jólaklingur" hjá teimum fýra ungu kvinnunum Beintu Ingeborg Greve, Sannu Bæk Hoydal, Borgfríð Fonsdal Johannesen og Juliu Fonsdal Højgaard.

Eisini hava tær eina heimakonsert á Skála fríggjadagin. Vit tosa við tær um konsertina, um jól, sang og teirra tónleikaleiðir og fara tær at framføra tvey løg live úr studio 5.

 

Vit fregnast eisini um stóru jólaframsýningina "Jól hjá Thomsen", sum er Tvøroyar bygda- og sjóvinnusavn hevur tikið stig til í gomlu bygningunum hjá Thomsen á Tvøroyri. Framsýningin lýsir millum annað jólatrø og gávur frá ár 1900 til 1970´ini.

Vit tosa við Sirið Andreasen frá Tvøroyra bygda- og sjóvinnusavni, sum hevur gjørt framsýningina í samstavi við Johan Holm Simonsen, framsýningarsniðgeva, og Anitu Wibergsdóttir.
 

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Útbygging av Listasavni Føroya, filmssýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Hotellið KG, stuttfilmurin Áin og heildarútgáva hjá Mariannu Winter
28-01-2026
Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025
Kultura - nýggju bøkurnar Bók og Hey :)
19-11-2025
Kultura - Bók um Bergithe Johannessen og leikurin Øskufía
12-11-2025
Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar
05-11-2025