Kultura

Útbygging av Listasavni Føroya, filmsýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis.

Verulig gongd kemur væntandi skjótt á um- óg útbygging av Listasavni Føroya. Men hvat skal byggjast og umvælast og hví, spyrja vit Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóra á Listasavninum um.

Filmsfelagið hevur nógvar áhugaverdar og viðkomandi filmar á plakatini í vár. Vit tosa við Birgir Kruse, formann í felagnum um filmarnir, ið sýndir.

Jóhan Martin Christiansen, listamaður, hevur eitt verk við á framsýningini 55.6 Nord, sum letur upp í morgin á samtíðarlistasavninum Arken í Danmark. Jóhan er ein av heilt fáum føroyingum, ið hava sýnt fram á viðurkenda listasavninum. 
 

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.