Kultura

Femininomen, FMA og Tomas Espedal
04-03-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis

Norski Tomas Espedal, ið var við á Føroyska bókmentafestivalinum í síðstu viku, er ein av mest viðurkendu norsku og norðurlendsku rithøvundunum. Vit tosa við hann um eldhugan fyri at skriva, og markið millum fiktión og veruleika. 

Vit taka pulsin á fyrireikingunum til FMA, Faroese Music awards, sum verða fríggjakvøldið.

Og vit varpa ljós á kvinnur í tónleiki, tí leygarkvøldið skipar Femininomen fyri konsert í Oy, og hátíðarhalda, at tað í løtuni ber til at skipa fyri stórari konsert, har bert kvinnur eru á pallinum.
 

 

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.