- Tíðindi, mentan og ítróttur
KvF 60 ár, útvarp

Gøtumaðurin Suni Jacobsen í Havn yrkti eitt ótal av V4-sangum, og hann minnist ógviliga væl ta fyrstu tíðina hjá Útvarpinum.
Katrin Dahl í Hoyvík minnist, at tíðindi um tey einstøku skipini høvdu serliga stóran týdning ta fyrstu tíðina, tí tá frættist annars einki frá skipum meðan tey vóru burtur. Og maðurin, Petur Dahl, sigur, at tá Útvarpið fór at senda kvøðuljómar, hvurvu fólk sum døgg fyri sól í túninum í Funningi.
Zacharias Wang í Hoyvík sigur frá einari stuttligari hending, tá Viderø prestur kom í útvarpsstovuna á Bryggjubakka at greiða frá fólkinum í Ungarn, sum savnað varð inn til eftir innrásina í Ungarn.
Arnbjørg Jacobsen á Glyvrum búði í Vágsbotni í 1957 og var sostatt granni hjá nýggja Útvarpinum á Bryggjubakka. Og hagani hevur hon ymisk góð minnir.
Nicolina Mikkelsen á Skála, vanliga nevnd Lítla, fór til Íslands at arbeiða fisk tann dagin Útvarpið sendi fyrstu ferð 6. februar 1957. Tað gloymir hon ongantíð.
Jógvan Nicodemussen á Sandi, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, var 10 ára gamal tá Útvarpið kom. Hann minnist serliga sendingarnar við mammubeiggjanum, Dánjali í Klingruni.
