- Tíðindi, mentan og ítróttur
KvF 60 ár, útvarp

Øll árini, síðan Útvarp Føroya kom í oyra fyri 60 árum síðan, hevur útvarpið havt stóran týdning fyri útbreiðsluna av føroyskum og útlendskum tónleiki í Føroyum; og útvarpið hevur eyðsæð havt stóra ávirkan á, hvat føroyingar hava lurtað eftir og ikki. At myndin nú er nógv broytt, er lætt at staðfesta.
Hvønn týdning hevur Kringvarpið í dag fyri føroyskan tónleik og útbreiðsluna av tónleiki sum heild? Og hvussu megnar Kringvarpið "sum mentanarstovnur at miðla tónleik og skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki", sum tað stendur í Public Service-sáttmálanum.
Edvard Nyholm Debes og Elin Brimheim Heinesen hava nógvar og fjølbroyttar royndir á føroyska tónleikapallinum, og Eyðfinn Jensen er tónleikasamskipari hjá Kringvarpinum.
