- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur í ítrótti

Tað kann vera sera avbjóðandi at taka hægri útbúgving og samstundis íðka ítrótt á høgum stigi. Í sendingini verður tosað Olgu Kristinu Hansen, sum las til lækna, samstundis sum hon spældi fótbólt á landsliðsstigi, og Oddvør Josephsen, sum lesur til lærara og íðkar frælsan ítrótti á elitustigi. Lagt til rættis: Eyðvør Klakstein

Kvinnur í ítrótti
Kvinnur hugsa nógv um útbúgving, arbeiði og familju, tá ið tær skulu gera av, um tær skulu luttaka í ítrótti. Ungar gentur gevast fyrri og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og kvinnur eru eitt nú minni virknar í liðbóltspølum enn menn. Í seks sendingum verður tosað við kvinnur, sum íðka ítrótt á ymiskum stigum. Hvussu hava tær upplivað luttøkuna í ítrótti, og hvussu hava tær megnað ymisku avbjóðingarnar? Eyðvør Klakstein leggur til rættis.