Kvinnur í ítrótti

Kvinnur í ítrótti (5:6)
06-02-2025
Ásla Johannesen hevur seinastu sjey árini hevur spælt elitufótbólt uttanlands, men hevur í hesum tíðarskeiðinum fingið familju og hevur flutt bústað fleiri ferðir.

Fyri sjey árum síðani fór hon av landinum at spæla fótbólt. Síðani hevur hon spælt við trimum feløgum á hægsta stigi í norðurlondum. Hon hevur saman við unnustuni fingið trý børn, og nú býr familjan norðarlaga í Svøríki, har hon spælir yrkisfótbólt við felagi í bestu kvinnudeildini. Í sendingini verður tosað við Áslu Johannesen, sum seinastu sjey árini hevur spælt elitufótbólt uttanlands, hevur fingið familju og hevur flutt bústað fleiri ferðir. Lagt til rættis: Eyðvør Klakstein

Kvinnur í ítrótti

Kvinnur hugsa nógv um útbúgving, arbeiði og familju, tá ið tær skulu gera av, um tær skulu luttaka í ítrótti. Ungar gentur gevast fyrri og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og kvinnur eru eitt nú minni virknar í liðbóltspølum enn menn. Í seks sendingum verður tosað við kvinnur, sum íðka ítrótt á ymiskum stigum. Hvussu hava tær upplivað luttøkuna í ítrótti, og hvussu hava tær megnað ymisku avbjóðingarnar? Eyðvør Klakstein leggur til rættis.
Hondbóltsspælarin Durita Christophersen Jojic og fótbóltsspælaran Maibritt Olsen hava báðar familju við trimum børnum, meðan tær íðka ítrótt á høgum stigi
11-02-2025
Bogaskjúttin Helena við Misá, flogbóltsspælaran Dagmar Djónadóttir og fótbóltsspælaran Fanni Kata Turi ganga allar á miðnámsskúla og íðka ítrótt
06-02-2025
Olga Kristina Hansen las til lækna, meðan hon eisini spældi fótbólt á landsliðsstigi, og Oddvør Josephsen, sum lesur til lærara, íðkar frælsan ítrótti á elitustigi.
06-02-2025
Ásla Johannesen hevur seinastu sjey árini hevur spælt elitufótbólt uttanlands, men hevur í hesum tíðarskeiðinum fingið familju og hevur flutt bústað fleiri ferðir.
06-02-2025
Kurvabóltsspælaran Anna Berg og tennisspælaran Rúna Seyer Eliassen góvust báðar við ítrótti, tá ið tær vóru tannáringar, men byrjaðu aftur í vaksnum aldri. 
06-02-2025
Fimleikarin Astrið Nanly Breckmann og hondbóltsspælaran Onnu Elisabeth Halsdóttir Weyhe íðka báðar ítrótt á elitusstigi, samstundis sum tær taka miðnámsútbúgving. 
06-02-2025