- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Beinir Troest Rasmussen hevur gjørt teir seks sangirnar á enskum málið, sum eru á útgávuni. Ein er skrivaður saman við Esben Svane og ein saman við Esben Svane og Bárði Petersen.
EP'in er tikin upp í Føroyum og í Danmark, undir framleiðslu av Esben Svane, og givin út av danska plátufelagnum The Bank.

Kvørnin
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.
Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.
Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.