- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Stationary Things er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Fróða Bjarnason, sum gjørdist kendur í Føroyum, tá hann vann tónleikakappingina Sement í 2018.
8 sangir á enskum máli eru á debut útgávuni, og Fróði Bjarnason eigur sjálvur bæði orð og løg.
Tónleikin hevur hann lagt til rættis saman við bólki sínum og saman við framleiðaranum Finni Hansen, sum eisini hevur tikið upp og ljóðblandað sangirnar.
Masteringina hevur Óli Poulsen staðið fyri.
Tónleikarar á útgávuni eru:
Fróði Bjarnason: Kassagittar og Sang
Tórður Dam Jacobsen: Trummur og Slagverk
Árni Jóhannesson: Bass og Kór
Robert Bjarnason: El gittar
Rasmus Vigant Samuelsen: Flygil, Hammond, Synth, Wurlitzer, Klokkuspæl og kór
Finnur Hansen: Synth, Wurlitzer, Slagverk, Mandolin og Kór
Jón Festirstein: spælir Violin og Bratsj
og Tóri Restorff Jacobsen: Sello

Kvørnin
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.
Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.
Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.