- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

1902 er heitið á aðru útgávuni við sangbólkinum KATA. Á fløguni eru 11 siðbundin føroysk løg, skjaldur, vísur, kingosálmur og kvæði sum Unn Patursson hevur sett út til ræddir og framleitt saman við KATA.
Sangarar í Kata eru: Eyð Steinbjørnsdóttir Jacobsen, Birita Adela Davidsen, Arnfríð Lútzen, Guðrið Hansdóttir og Unn Patursson
Gestasangarar á útgávuni eru: Niclas Thorsteinsson, Heiðrik á Heygum og Rógvi á Rógvu.
Gomlu løgini eru ílatin ein nútímans ham við væl balanseraðum ljóðeffektum og áslátri viðhvørt.
Tónleikarar eru: Rógvi á Rógvu spælir ásláttur og trummir. Lasse Jæger spælir ymisk elektronisk ljóðføri og Unn Patursson spælir orgul í Hoyvíkar kirkju.
Sang upptøkurnar vórðu gjørdar live í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas. Janus Rasmussen hevur ljóðblandað sangirnar í E7 Studios í Reykjavík, meðan
Zino Mikorey, í Berlin hevur mastera fløguna.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.










