- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

"Can't Hate Myself Into A Different Shape" er heiti á fyrstu heildarútgávuni við Brimheim, ið er pallnavnið hjá føroyskt/donsku Helenu Heinesen Rebensdorff.
Brimheim hevur sjálv skrivað teir 11 sangirnar á enskum máli, ið eru á útgávuni, burtursæð frá sanginum "Hey Amanda", ið er skrivaður saman við Søren Buhl Lassen.
Søren hevur eisini hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt og ljóðblandað sangirnar saman við Brimheim, og tað eru eisini tey bæði, ið spæla øll ljóðførini á útgávuni.
Brimheim syngur og spælir guitar, meðan Søren spælir trummir, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver og synth.
Brian Mørk Hansen hevur mastera útgávuna, sum danska plátufelagið W.A.S. Entertainment gevur út.

Kvørnin
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.
Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.
Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.