- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

"If I Ever Made You Cry, I'm sorry" er heiti á aðru soloútgávuni við Leu Kampmann.
Átta sangir á enskum máli eru á útgávuni, sum Per Ingvaldur Højgaard Petersen hevur tikið upp og framleitt, partvíst saman við Vinjar E. Petersen, og Lea hevur eisini tikið upp og framleitt ein sang sjálv.
Lea hevur gjørt bæði orð og løg til allar sangirnar á útgávuni og skriva ein saman við Gretu Svabo Bech.
Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað sangirnar og Matt Colton í London hevur staðið fyri mastering.
Tónleikarar á útgávuni:
- Lea Kampmann sang og kór
- Vinjar E. Petersen, tangentar
- Per I. Højgaard, trummur
- Karl Andrias Stórá, bas
- Jákup Zachariassen, steel guitar

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.






