- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Lagt var upp til eitt forvitnisligt og óformelt hugnakvøld fyri sangskrivarar, tónleikarar og áhugaði sum heild, har fimm sangskrivarar - heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð - hittust fyri at práta og hugleiða um tað at skriva sangir og tekstir.
Urd Johannesen var orðstýrari og Steingrund Akkustik stóð fyri ljóðinum í Skótahúsinum. Eyðfinn Jensen tók tiltakið upp og setti sendingarnar saman.

Kvørnin
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.
Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.
Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.