Kvørnin

Kvørnin: Sangsmiðir hittast 3:3
20-04-2022
Tann 25.apríl í 2021 fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.

Lagt var upp til eitt forvitnisligt og óformelt hugnakvøld fyri sangskrivarar, tónleikarar og áhugaði sum heild, har fimm sangskrivarar - heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð - hittust fyri at práta og hugleiða um tað at skriva sangir og tekstir.

Urd Johannesen var orðstýrari og Steingrund Akkustik stóð fyri ljóðinum í Skótahúsinum. Eyðfinn Jensen tók tiltakið upp og setti sendingarnar saman.

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

"Ljósareyður poppur við svørtum rondum" sigur Regin Toftegaard, meðan Ingmar Berg Mikkelsen kallar hana "eina ljósareyða pinku-heimstjørnu". Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-10-2025
"Frá sorgarleiki ti innara frið" er yvirskiftin hjá Regini Toftegaard, ið ummælir Spegil í Kvørnini saman við Holgari Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-10-2025
"Rundir sukurmolar" er yvirskriftin hjá Páll Oddur Rubbeksen, sum gevur útgávuni 10 stjørnur. Regin Toftegaard ummælir eisini í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-10-2025
"Krevjandi valaverk úr listarligum hugflogsríkum hugaheimi" er yvirksriftin hjá Ára Rpuch, ið ummælir plátuna saman við Birgari Larsen. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
02-10-2025
Malan Eyðunsdóttir og Ingmar Berg Mikkelsen ummæla EP'ina "It's Been a While" við Jazzygold í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
25-09-2025
"Livandi, kensluborið og friðsælt" verður sagt um "Seinferð", ið er tann fyrsta plátan hjá Leu Kampmann á føroyskum máli. Birgar Larsen og Malan Eyðunsdóttir eru ummælarar.
18-09-2025
"Skull-Sized Kingdom" við Lyon Hansen verður ummæld av Ára Rouch og Ingmar Berg Mikkelsen í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-09-2025
"Tann føroyski mentannararvurin í tungmálmshami" og "Hamrandi djúpt dun" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
05-09-2025
Vit hyggja nærri eftir teimum ymisku festivalunum og konsertdøgunum, sum verða í Føroyum í summar.
16-05-2024
LP plátan, "Men Guðs hond er sterk" við Hamferð, fær 10 av 10 stjørnum frá Ára Rouch og Hergeir Eldevig, sum hesaferð ummæla í Kvørnini, ið Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
04-04-2024
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024
Ári Rouch og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen keggur til rættis.
07-03-2024