- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

"Gult myrkur" er heiti á 6. solo-útgávuni við Guðrið Hansdóttir.
Guðrið hevur sjálv gjørt øll løgini á útgávuni, burtursæð frá tøkulagnum "Appelsin", meðan Lív Maria Róadóttir Jæger, hevur skrivað allar tekstirnar.
Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn. Harumframt hava Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen og Tom Hannay tikið upp í í E7 studio í Reykjavík, og Mikael Blak saman við Benjamin Petersen í Studio Bunkarin í Havn
Tónleikin hava Guðrið Hansdóttir, Mikael Blak og Janus Rasmussen lagt til rættis. Tróndur Bogason gjørdi streingja- og kórútsetingar, og fleiri gestasangarar og tónleikarar eru við á útgávuni, so sum Fróði Hansen, Bjarki Hansen, Eivør Pálsdóttir, Hans Marius Ziska, Greta Svabo Bech, KATA, Tom Hanney, Mikael Blak, Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen, Matthias Kapnas, Benjamin Petersen, Sigrún Hardardóttir, Sigrún Kristbjørg Jónsdóttir, Karl James Pestka, Unnur Jónsdóttir og Guðrið Hansdóttir
Framleiðsluni hava Mikael Blak, Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen, Theodor Kapnas og Tom Hannay staðið fyri.
