- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Á Døgurðaslang eru 8 løg við føroyskum tekstum, yrkingum og orðaspølum, sum tey trý listafólkini, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen og Eyðfinn Bogason Lamhauge, ið mannað bólkin, hava skrivað og bera framm hvør sær antin sum upplestur, rapp ella sang.
Tónleikin hevur Eyðfinn Bogason Lamhauge við stórum hugflogi framleitt og lagt til rættis. Við nútímans rúttmum, samplingum og effektum hevur hann skapað ein serstakan ljóð heim, ið líkist burtur frá øðrum føroyskum tónleiki.
Ummælarar eru Sunnuva Bæk, Ári Rouch og Ólavur Jóannesarson Hansen. Eyðfinn Jensen er vertur.
Skotsmál:
8/10 stjørnum: Sunnuva Bæk
7/10 stjørnum: Ári Rouch
6/10 stjørnum: Ólavur J. Hansen

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.








