Kvørnin

Kvørnin: "Leysir endar", Annika Hoydal
05-10-2023
Útgávan "Leysir endar" við Anniku Hoydal, er ein røð av sangum, sum hon hevur havt liggjandi sum avlop frá øðrum útgávum, har teir onkusvegna ikki hava passa inn.

Innihaldið er fjølbroytt gamalt, nýtt føroyskt og nakað úr útheiminum. Talan er bæði um egin løg, føroysk løg og útlendsk tøkuløg, umframt nøkur siðbundin løg.

Plátan er tikin upp í Studio 43, sum er í gamla Sanatoriibygningurin í Hoydølum.

Tónleikin hava Kim Hansen, Benjamin Petersen, Torleik Mortensen og Annika Hoydal lagt til rættis í felag.

Torleik Mortensen hevur staðið fyri framleiðsluni, meðan Benjamin Petersen hevur ljóðblandað sangirnar.

Ummælarar eru Hans Pauli Tórgarð, Elin Brimheim Heinesen og Ári Rouch. Vertur er Eyðfinn Jensen.

Skotsmál:
9/10 stjørnum: Hans Pauli Tórgarð
8/10 stjørnum: Elin Brimheim Heinesen
7/10 stjørnum: Ári Rouch

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla debut EPðina "ÓJÓ" við Tunghoyrt í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
26-02-2026
"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026
"Ein guitarleikari syngur sítt lívsins heyst við hjartanum á rætta stað" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir "Sólskin" saman við Páll Oddi Rubbeksen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-01-2026
Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Milestones" við Dan Olsen, "Don't Give Up" við Tinu Mellem og "Eysturav" við Tunghoyrt.
22-01-2026
"Mangt og hvat av ovastalofti, sum er tikið niður og pussa og skygt", er yvirskriftin hjá Ingmar Berg Mikkelsen, sum ummælir fløguna saman við Regini Toftegaar.d
15-01-2026
"Kjallaramenning" og "Tveir vinmenn hugna sær" siga ummælarar Páll Oddur Rubbeksen og Ári Rouch um plátuna "Stev" við maður:glotti. Eyðfinn Jensen er vertur.
18-12-2025
Ingmar Berg Mikkelsen og Birgar Larsen ummæla tríggjar nýggjar føroyskar jólasangir. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-12-2025
"Ravindalig tónlist í heimligum og lítillátnum føroyskum hami" og "Tá føroyskt vinnur á enskum - Íða fangar ringrásir og innara órógv" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
04-12-2025
"Elinborg skrúvar harðari frá", sigur Ári Rouch, sum saman við Regini Toftegaard ummælir fyrstu heildarútgávuna við Elinborg. Eyðfinn Jensen er vertur.
20-11-2025
Holgar Johannesen og Ingmar Berg Mikkelsen ummæla heildarútgávuna "Ævir, amen" við alternativa jazz bólkinum GØ, ið varð kosin ársins serútgáva á FMA 2025.
13-11-2025
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla "Livandi" við Døgg Nónsgjógv. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
06-11-2025