Kvørnin

Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran
19-10-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.

Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann.

Samstarvið millum Leu og Heiðrik upprann av tilvild í mars 2020, tá tey bæði, sum hvør sær eru solistar, sangarar og sangskrivarar, sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðir, meðan koronasóttin herjaði. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik. Millum annað settu tey sær fyri at framføra eitt lag hvørt kvøld klokkan 18, sum tey stroymdu beinleiðis á Instagram og Facebook.

Umframt at spæla koronakonsertir skrivaðu tey eisini nýggj, føroysk løg saman, og var hetta fyrstu ferð, at nakar av teimum skrivaði sangtekstir á føroyskum máli. Lea og Heiðrikkur settu seg síðan í samband framleiðararnar, Janus Rasmussen og Sakaris Joensen, sum báðir vóru búsitandi í Íslandi. Samstarvið gekk fyri seg yvir netið, og í november 2020 varð fyrsta EP'in hjá Leu og Heiðrikki, undir navninum "Einangran", givin út. Einangran merkir isolatión ella avbyrging á føroyskum.

Síðani fyrstu EP'in við 4 sangum, hevur Einangran givið út 5 stakløg, og nú, trý ár seinni, eisini fyrstu heildarútgávu sína, "Vendir vindar".

Ummælarar eru Ári Rouch og Hergeir Eldevig. Vertur er Eyðfinn Jensen.

Skotsmál:
8/10 stjørnum: Ári Rouch
8/10 stjørnum: Hergeir Eldevig

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla debut EPðina "ÓJÓ" við Tunghoyrt í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
26-02-2026
"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026
"Ein guitarleikari syngur sítt lívsins heyst við hjartanum á rætta stað" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir "Sólskin" saman við Páll Oddi Rubbeksen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-01-2026
Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Milestones" við Dan Olsen, "Don't Give Up" við Tinu Mellem og "Eysturav" við Tunghoyrt.
22-01-2026
"Mangt og hvat av ovastalofti, sum er tikið niður og pussa og skygt", er yvirskriftin hjá Ingmar Berg Mikkelsen, sum ummælir fløguna saman við Regini Toftegaar.d
15-01-2026
"Kjallaramenning" og "Tveir vinmenn hugna sær" siga ummælarar Páll Oddur Rubbeksen og Ári Rouch um plátuna "Stev" við maður:glotti. Eyðfinn Jensen er vertur.
18-12-2025
Ingmar Berg Mikkelsen og Birgar Larsen ummæla tríggjar nýggjar føroyskar jólasangir. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-12-2025
"Ravindalig tónlist í heimligum og lítillátnum føroyskum hami" og "Tá føroyskt vinnur á enskum - Íða fangar ringrásir og innara órógv" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
04-12-2025
"Elinborg skrúvar harðari frá", sigur Ári Rouch, sum saman við Regini Toftegaard ummælir fyrstu heildarútgávuna við Elinborg. Eyðfinn Jensen er vertur.
20-11-2025
Holgar Johannesen og Ingmar Berg Mikkelsen ummæla heildarútgávuna "Ævir, amen" við alternativa jazz bólkinum GØ, ið varð kosin ársins serútgáva á FMA 2025.
13-11-2025
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla "Livandi" við Døgg Nónsgjógv. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
06-11-2025