Kvørnin

Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran
19-10-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.

Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann.

Samstarvið millum Leu og Heiðrik upprann av tilvild í mars 2020, tá tey bæði, sum hvør sær eru solistar, sangarar og sangskrivarar, sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðir, meðan koronasóttin herjaði. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik. Millum annað settu tey sær fyri at framføra eitt lag hvørt kvøld klokkan 18, sum tey stroymdu beinleiðis á Instagram og Facebook.

Umframt at spæla koronakonsertir skrivaðu tey eisini nýggj, føroysk løg saman, og var hetta fyrstu ferð, at nakar av teimum skrivaði sangtekstir á føroyskum máli. Lea og Heiðrikkur settu seg síðan í samband framleiðararnar, Janus Rasmussen og Sakaris Joensen, sum báðir vóru búsitandi í Íslandi. Samstarvið gekk fyri seg yvir netið, og í november 2020 varð fyrsta EP'in hjá Leu og Heiðrikki, undir navninum "Einangran", givin út. Einangran merkir isolatión ella avbyrging á føroyskum.

Síðani fyrstu EP'in við 4 sangum, hevur Einangran givið út 5 stakløg, og nú, trý ár seinni, eisini fyrstu heildarútgávu sína, "Vendir vindar".

Ummælarar eru Ári Rouch og Hergeir Eldevig. Vertur er Eyðfinn Jensen.

Skotsmál:
8/10 stjørnum: Ári Rouch
8/10 stjørnum: Hergeir Eldevig

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.

Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.

Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ári Rouch ummæla Cazador De Ostras við Teiti í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen er vertur fyri
22-09-2021
Urd Johannesen, Ingmar Mikkelsen og Ári Rouch ummæla hesaferð í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
03-12-2020
Ári Rouch, Ólavur Jóannesarson Hansen og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
19-11-2020
Ólavur Jóannesarson Hansen, Urd Johannesen og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
12-11-2020
Hergeir Eldevig, Ári Rouch og Birgar Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-11-2020
Ólavur Jóannesarson Hansen, Birgar Larsen og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis úr Studio 4 í KVF.
29-10-2020
Beinleiðis sending við samrøðum og tíðindum úr føroyska tónleikaheiminum. Gestir eru Páll Oddur Rubbeksen, Jón Eliasen, Dania O. Tausen og Jasmin.
22-10-2020
Ólavur Jóannesarson Hansen, Birgar Larsen og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
15-10-2020
Ári Rouch, Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig ummæla trý spildurnýggj føroysk stakløg í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
08-10-2020
Birgar Larsen, Rannvá Helenudóttir og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
01-10-2020
Ingmar Mikkelsen, Jensina Olsen og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
24-09-2020
Eivør greiðir frá útgávuni "Segl", ið verður givin út í morgin tann 18. september. Eisini verða brot spæld úr teimum 12 sangunum á útgávuni.
17-09-2020