Kvørnin

Kvørnin: "Tankameldur og blús søgur úr anti-hetju knokki"
11-09-2025
"Skull-Sized Kingdom" við Lyon Hansen verður ummæld av Ára Rouch og Ingmar Berg Mikkelsen í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Skull-Sized Kingdom er heitið á aðru heildarútgávuni við Lyon Hansen.

Ellivu sangir, sjey á enskum og fýra á føroyskum máli, eru á útgávuni, sum er tikin upp í Finnur Hansen studio í Havn.

Lyon Hansen hevur skriva bæði orð og løg, og hevur eisini sjálvur staðið fyri framleiðslu og ljóðblanding. Tónleikin hevur hann lagt til rættis í felag við Kristian Paula Ellefsen og Karl Andrias Stóra.

Tónleikarar á útgávuni eru:

  • Lyon Hansen, sang og guitar
  • Kristian Pauli Ellefsen, klaver
  • Karl Andrias Stórá, bass
  • Hjørtur P. Háberg, trummur
  • Guðrið Hansdóttir, kór

Skotsmál:

7/10 stjørnum: Ári Rouch

7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen

 

 

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

LP plátan, "Men Guðs hond er sterk" við Hamferð, fær 10 av 10 stjørnum frá Ára Rouch og Hergeir Eldevig, sum hesaferð ummæla í Kvørnini, ið Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
04-04-2024
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024
Ári Rouch og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen keggur til rættis.
07-03-2024
Mánadagin varð tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har arbeiðsnevndin hjá FMA legði framm ymiskar broytingar í virðislønum og kunngjørdi tey, ið eru tilnevnd .
23-02-2024
"Sig mær okkurt skeivt" eitur fyrsta fløgan við rokkbólkinum Adrenaline. 
15-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Romeo" við Beinir, "Brestis kvæði! við Xperiment og "I Need Your Love" við janus Wiberg.
08-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Allarbesti” við SAKARIS, “Telji upp í hundrað” við Leu Kampmann og “Allan Day” við DJ Fretsting.
01-02-2024
"Imponerandi flott og vakurt yrkingasavn íklætt bæði mjúkar og hvassar tónar og ljóðmyndir", sitat Elin Brimheim Heinesen.
09-11-2023
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Home Tonight" við Lenu Anderssen, "Reasons Unknown" við Lív Næs & Tróndi Enni og "Leið 400" við Lyon Hansen saman við Guðrið Hansdóttir.
02-11-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.
19-10-2023
Guðrun Sólja Jacobsen, Birgar Larsen og Ólavur Jóannesarson Hansen ummæla heildarútgávuna "Tøgn" við Jógvani Joensen, sum í tónleikahøpi bara nýtir fornavnið, Jógvan.
12-10-2023
Útgávan "Leysir endar" við Anniku Hoydal, er ein røð av sangum, sum hon hevur havt liggjandi sum avlop frá øðrum útgávum, har teir onkusvegna ikki hava passa inn.
05-10-2023