Kvørnin

Kvørnin: "Nú æt eg eftir ánni", Silvurdrongur
02-10-2025
"Krevjandi valaverk úr listarligum hugflogsríkum hugaheimi" er yvirksriftin hjá Ára Rpuch, ið ummælir plátuna saman við Birgari Larsen. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

"Nú æt eg eftir ánni" er heiti á aðru heildarútgávuni við Silvurdrongi, hvørs kristna navn er Trygvi Danielsen.  

Á plátuni eru 13 skeringar á føroyskum máli. Trygvi hevur skrivað allar tekstirnar og gjørt løgini saman við Eyðfinn B. Lamhauge, sum eisini hevur framleitt útgávuna við Trygva Danielsen sum co-framleiðara. 

Plátan er ein ferð eftir ánni í plantasjuni við øllum merkiliga skapningunum, sum halda til har. Tónleikurin er fjølbroyttur og samantvinnar sjangrur í samansetingar, sum eru heilt serskiltar og egnar. 

Skotsmál:

9/10 stjørnum: Ári Rouch

9/10 stjørnum: Birgar Larsen

 

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

"Heliumstónleikur" og "Rúmdar-tónleika-sveisara-knívurin frá Ali Express" eru yvirksriftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Birgari Larsen, ummælarum. Eyðfinn Jensen er vertur.
04-06-2026
"Tónleikarar, sum bløða", er yvirkriftin hjá Páll Oddi Rubbeksen, sum ummælir "Ókendir" saman við Regini Toftegaard í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
28-05-2026
Fyrsta heildarútgávan við Gretu Svabo bech verður ummæld av Ára Rouch og Hergeir Eldevig í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
21-05-2026
"Eitt lýriskt og musikalskt meistaraverk" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir heildarútgávuna saman við Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
07-05-2026
Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-04-2026
Sjálvnevnda frum útgávan "Wolfgang" verður ummæld av Páll Oddur Rubbeksen og Hergeir Eldevig. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-04-2026
Stakløgini "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-04-2026
Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen ummæla trý stakløg í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-04-2026
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla debut EPðina "ÓJÓ" við Tunghoyrt í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
26-02-2026
"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026
"Ein guitarleikari syngur sítt lívsins heyst við hjartanum á rætta stað" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir "Sólskin" saman við Páll Oddi Rubbeksen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-01-2026