Kvørnin

Kvørnin: "Tá hvørt ljós líkist tær", Benjamin Rajani
09-10-2025
"Rundir sukurmolar" er yvirskriftin hjá Páll Oddur Rubbeksen, sum gevur útgávuni 10 stjørnur. Regin Toftegaard ummælir eisini í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

"Tá hvørt ljós líkist tær" er fyrsta heildarútgávan við Benjamin Rajani. Hann hevur gjørt løgini og skriva tekstirnar til teir 12 sangirnar á føroyskum málið, sum eru eru á plátuni, ið er framleidd, tikin upp og ljóðblandað av Esben Svane, í The Arrangement í Keypmannahavn. 

Tónleikarar á útgávuni eru: 

Benjamin Rajani hevur akustiskan gittar og dobro 

Esben Svane: gittar, banjo, bass, trummur, slagverk, ljómborð, autoharpa, melodika, klokkuspæl og mellotron 

Birita Dam: Sangur 

Asbjørn Larsen Kamban: Trompet, eufonium, flugelhorn og trombon 

Maria Martine Jagd: Violin og bratsj 

Ida Nørby: Sello 

Linnéa Villén: Tvørfloyta

 

Skotsmál:

10/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen

8/10 stjørnum. Regin Toftegaard

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

"Tann føroyski mentannararvurin í tungmálmshami" og "Hamrandi djúpt dun" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
05-09-2025
Vit hyggja nærri eftir teimum ymisku festivalunum og konsertdøgunum, sum verða í Føroyum í summar.
16-05-2024
LP plátan, "Men Guðs hond er sterk" við Hamferð, fær 10 av 10 stjørnum frá Ára Rouch og Hergeir Eldevig, sum hesaferð ummæla í Kvørnini, ið Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
04-04-2024
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024
Ári Rouch og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen keggur til rættis.
07-03-2024
Mánadagin varð tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har arbeiðsnevndin hjá FMA legði framm ymiskar broytingar í virðislønum og kunngjørdi tey, ið eru tilnevnd .
23-02-2024
"Sig mær okkurt skeivt" eitur fyrsta fløgan við rokkbólkinum Adrenaline. 
15-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Romeo" við Beinir, "Brestis kvæði! við Xperiment og "I Need Your Love" við janus Wiberg.
08-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Allarbesti” við SAKARIS, “Telji upp í hundrað” við Leu Kampmann og “Allan Day” við DJ Fretsting.
01-02-2024
"Imponerandi flott og vakurt yrkingasavn íklætt bæði mjúkar og hvassar tónar og ljóðmyndir", sitat Elin Brimheim Heinesen.
09-11-2023
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Home Tonight" við Lenu Anderssen, "Reasons Unknown" við Lív Næs & Tróndi Enni og "Leið 400" við Lyon Hansen saman við Guðrið Hansdóttir.
02-11-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.
19-10-2023