- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Á plátuni "Livandi" eru 11 sangir á føroyskum máli, sum Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg hava skrivað í felag.
Høgni Lisberg hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumblandað sangirnar í Studio við Gøtugjógv.
Tey, sum eru við á plátuni, eru:
- Døgg Nónsgjógv, sang.
- Høgni Lisberg, trummir, slagljóðføri, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver, synthesizer og harmonium.
- Jan Rúni Poulsen, akkustiskan guitar, synthesizer, modular synth, trummir, slagljóðføri og vibraphone.
- Johan Hentze, trompet og flugelhorn.
Í tíðindaskrivið sigur Døgg, at útgávan, ið er ogna mammu hennara, er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum – vegurin fram til kærleikan.
Skotsmál:
8/10 stjørnum: Regin Toftegaard
7/10 stjørnum: Ári Rouch
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.











